Intranet innritan:

 
Næmingur
 Lærari
Leita á síðuni
 
Tíðindi
Kvøldseta í studentaskúlahøllini 11. mars 2010 kl. 19
[MEIRA]
Kvøldseta í Studentaskúlahøllini í kvøld, 12. nov. kl 19
[MEIRA]
Framhaldsdeildirnar á vitjan
[MEIRA]
Upptøkur frá kvøldsetuni á YouTube
[MEIRA]
Kvøldseta í Studentaskúlahøllini í kvøld, 12. nov. kl 19

Á kvøldsetu hóskvøldið, vitjar Hendrik Egholm aftur á Studentaskúlanum á Kambsdali og hugleiðir um ”at fara” og ”at koma aftur”. 

Harumframt verða Theresienstadt, eldgos, H.C. Andersen og góður tónleikur á skránni.

 

Hóskvøldið 12. november kl. 19:00 verður kvøldseta á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy. Á breddanum eru m.a. frásagnir frá námsferðum, H. C. Andersen ævintýr, tónleikur; og ein gamal næmingur hevur lovað at vitja skúlan aftur. Talan er hesa ferð um fyrrverandi næmingin, Hendrik Egholm, sum í dag er stjóri á orkufelagnum, Magn, og hann fer at hugleiða um útbúgvingingar- og yrkisleið sína. Hví valdi hann at leita út í heim at útbúgva seg, og hvussu kendist tað at koma heim aftur á føroyska arbeiðsmarknaðin? Og hvørji ráð og hugskot kann hann geva teimum næmingum, sum í dag eru í ferð við at útbúgva seg á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum?

 

Fleiri næmingar á skúlanum eru júst afturkomnir av námsferð í m.a. Tjekkia og Grikkalandi. Í hesum sambandi fara tey, sum hava verið í Prag, at sýna myndir og greiða frá sermerktu vitjan teirra í arbeiðsleguni, Theresienstadt, norðanfyri tjekkiska høvuðsstaðin og fjølbroyttu inntrykkunum, sum tey annars hava við sær aftur til Føroya úr Prag. Flokkurin, sum fyrr í heyst vitjaði í Grikkalandi, fer m.a. at vísa myndir frá gamla og nýggja olympiska leikvøllinum í Athen og at greiða frá forkunnugu vulkansku oynni, Santorini, sum ferðalagið eisini vitjaði á ferð teirra í grikska oyggjahavinum. Harafturat fara tónleikaholdini á skúlanum at spæla nógvan góðan tónleik, og ein bólkur fer eisini at framføra H.C. Andersen ævintýr eftir heilt nýggjum og forvitnisligum leisti.

 

Í kaffisteðginum verður høvið at keypa sær ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið frá næmingum. Tá verður eisini høvið at síggja skúlan og fáa eitt prát við næmingar og lærarar. Tiltakið, sum byrjar kl. 19:00 hóskvøldið, er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin. Ofta plaga foreldur og fyrrverandi næmingar at nýta høvið at vitja skúlan aftur á kvøldsetum sum hesari.

Kalendarin
<september 2010>
 mtmhfls
35  12345
366789101112
3713141516171819
3820212223242526
3927282930 
Studentaskúlin og HF- skeiðið í Eysturoy   •   Kambsdalur   •   530 Fuglafjørður   •   Telefon 610800   •   Telefax 444797   •