Selma fer aftur í skúla.
Hóskvøldið 11/3 verður serlig listaframsýning og kvøldseta á Studentaskúlanum á Kambsdali. Hetta er ein góður møguleiki at síggja skúlan, hitta næmingar og lærarar og kunna seg um virksemið á staðnum.
Listaframsýning Montmartre
Tað eru ung listafólk úr Norðoyggjum, Eysturoy og Norðstreymoy, sum sýna fram málningar, tekningar, fotomyndir og aðra list. Franskur býarpartur við fronskum tónleiki og øðrum forkunnugum fronskum servørum er karmur um framsýningina – høvi verður at keypa myndir o.a.
Framsýningin letur longu upp kl. 18 við fernisering.
Kvøldseta
Kvøldsetan byrjar kl. 19.
Fyrrverandi næmingurin, Selma Ellingsgaard, fer at hugleiða undir yvirskriftini: “Hvat er og ger ein forkvinna?” Lestrarvegleiðari og HF næmingur greiða frá um HF lestur.
Á skránni eru eisini tíðindastubbar úr sermerkta Italia og úr jarðskjálvtarakta Kili; og harafturat verður tónleikur, sum næmingar, ið taka tónleik á hástigi, framføra, eins og Bernhard Brim og Dina og tær spæla og syngja.
1. HF skipar fyri kafé í kaffisteðginum í sambandi við at tey savna pening til námsferð, so høvi verður at keypa sær kaffi, te, saft og ymiskt leskiligt afturvið.
Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin!
|