Nakrar slóðir til uppgávuskriving: Wikipedia er alfrøði á alnetinum. Hon finst á mongum málum, eisini á føroyskum. Umframt at lesa greinar um alskyns evni ber eisini til hjá brúkaranum at skriva greinar ella at bøta um greinar, ið onnur hava skrivað. At skriva ritgerðir - nøkur hent ráð. Skúlans vegleiðing um uppgávuskriving. www.skrivopgave.dk er ein frálík slóð við nógvum góðum ráðum til uppgávuskriving. Hjálp! Eg skal skriva uppgávu eitur ein síða hjá Føroya Landsbókasavni. Har er ein góð vegleiðing til uppgávuskriving. Faktalink eitur ein góð donsk síða við upplýsingum um alskyns evni, ið næmingar vanliga skriva ritgerðir um.
Lestrarvegleiðing Lestrarvegleiðing:
Føroyskt Slóðir í føroyskum
Ymiskt Wikipedia eitur ein alfrøði á netinum, har tú kanst finna upplýsingar um alt millum himmal og jørð - ella skriva eina grein um okkurt, tú veit nógv um. Wikipedia á føroyskum. Wikipedia er nú eisini á føroyskum, har føroysk evni eru at finna. Her er høvið at byggja eina føroyska alfrøði upp, ið tekur føroysk evni til viðgerðar. |