Studentaskúlin hevur til endamáls at geva næmingunum eina almenna útbúgving og samstundis at fyrireika næmingarnar til lesnað á hægri læristovnum.
Almennandi parturin mennir næmingarnar á bókligum økjum, og at næmingarnir menna seg sjálvar til at skilja og ávirka samfelagið.
Fyrireikandi tátturin miðjar ímóti, at næmingarnir fakliga koma á eitt støði, sum nærkast byrjanarstøðinum á lærdum háskúlum
Studentaskúlin er býttur upp í eina málsliga- og eina støddfrøðiliga deild. Tú skalt velja deild, tá tú søkir inn á skúlan.
Fyrsta árið eru lærugreinirnar fastlagdar. Annað og triðja árið velja næmingarnir fleiri lærugreinir í samráð við skúlan.
Við at velja lærugreinir kemur tú at mynda títt studentsprógv, tvs. tú velur tey fak á høgum stigi, ið hava tín áhuga og geva tær besta møguleikan at sleppa inn á læristovnin, tú ætlar tær.
Fakini alisfrøði og evnafrøði kunnu bert veljast á hægsta stigi á støddfrøðiligu deild. Men tú kann velja flest øll fak á hægsta stigi á báðum deildum.
HF-lesturin er umleið á sama støði sum studentaskúlin. Av tí at útbúgvingin bert tekur tvey ár, ber tó ikki til at taka eins mong hástig og á studentaskúlanum. Tey lesandi eru eldri og fleiri teirra hava royndir úr vinnulívinum.
Vanliga skúlagongdin er 2 ára skeið á skúlanum. Hin møguleikin er at lesa heima og fara upp til próvtøku á skúlanum. Møguleiki er eisini at luttaka og fáa prógv í einstøkum lærugreinum.
Eisini ber til at leggja sær HF-lesturin til rættis sum tríára skeið. Tá hevur næmingurin 21 til 22 tímar um vikuna, so arbeiðsbyrðan verður heldur lættari.
HF-skipanin hevur sum studentaskúlin nakrar kravdar lærugreinir og nakrar, ið vera valdar í samráð við skúlan.
|