Skúlin hevur í løtuni 11 studentaflokkar og 2 HF-flokkar.
Umleið 275 næmingar úr Norðoyggjum, Eysturoynni og Norðstreymoy ganga á Studentaskúlanum og HF-skeiðinum í Eysturoy. Skúlin hevur 25 ár á baki. Frá 1982 til 1993 húsaðist skúlin við Gøtugjógv. Síðani tá á Kambsdali.

Sámal í Skorini, rektari |
41 lærarar undírvísa á skúlanum í løtuni - tó ikki øll í fullum starvi.
Studentar og HF-arar fáa eina breiða og almenna útbúgving. Hetta er sera skilagott - áðrenn farið verður í holt við at gera seg serkønan. Veruligur fakligur førleiki er neyðugur, um ein ætlar sær at lesa víðari.
Studentaskúlin er bygdur saman við Handilsskúlanum og tískil er skapt eitt rættiligt skúlaumhvørvi við uml. 500 næmingum.
Tað kostar umleið 18 milliónir um árið at reka skúlan.
Tú ert altíð vælkomin at venda tær til skúlan við ósvaraðum spurningum.
Spyr eftir vegleiðarunum ella rektaranum. |